Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár

Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
Føðingardagsynskið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd er, at skaðanevndin, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur, fer at virka
Í fjør vóru 27 ferðsluóhapp við fólkaskaða í Føroyum. Tvey teirra kravdu mannalív. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)  
 
19.01.2026 - 08:37

Ráðið fyri ferðslutrygd verður 50 ár í dag.

Hesi 50 árini er nógv hent á ferðslutrygdarøkinum. 

Nógvir batar eru komnir í ferðslulógini. Vegirnir og bilarnir eru tryggari. Hugburðurin um ferðslutrygd er vorðin betri og nógv færri skaðar eru í ferðsluni, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.

Føðingardagsynskið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd er, at skaðanevndin, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur, fer at virka.

Og, at ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar verður dagførd.

Í fjør vóru 27 ferðsluóhapp við fólkaskaða í Føroyum. Tvey teirra kravdu mannalív. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252