Oljutangin á Sundi verður liðugur um eitt ár

Oljutangin á Sundi verður liðugur um eitt ár
Tangin hjá SEV var í gerð í 2024, men hann smokkaði í illverðri í september tað árið, og fór fyri skeytið
Tangin, sum stóð í gerð í 2024, smokkaði í illverðri, og fór fyri skeytið.
 
19.01.2026 - 18:00

Um eitt ár, í fyrstu viku í januar 2027, verður oljutangin hjá SEV á Sundi liðugur.

Arbeiðið byrjar í apríl, og takið skal vera komið á í september, sigur Heri Mortensen, deildarleiðari hjá SEV. 

Síðani skal tangin bjálvast.

Tangin var annars í gerð í 2024, men hann smokkaði í illverðri í september tað árið, og fór fyri skeytið.

Tilfarið er síðani selt sum gamalt jarn.

 

KSS skal gera tangan

Eins og í 2024 skal Klaksvíkar sleipistøð, KSS,  gera og seta upp tangan.

Semja er gjørd millum SEV, sleipistøðina og tryggingina um fíggjarviðurskiftini.

SEV hevur havt brúk fyri tanganum, sum skuldi vera liðugur síðst í 2024. 

Tangin skal taka 8.000 rúmmetrar av olju. Hann verður 22 metrar høgur.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252