Ríkisfundur í Keypmannahavn í dag

Ríkisfundur í Keypmannahavn í dag
Á fundinum hittast forsætisráðharrin, landsstýrisformaðurin og løgmaður at viðgera støðuna í ríkinum
Ríkisfundurin í fjør var í Tindhólmi. Í dag hittast stjórnarleiðararnir í Grønlandi, Føroyum og Danmark í Keypmannahavn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.01.2026 - 08:50

Ríkisfundur er í Keypmannahavn í dag.

Á fundinum hittast forsætisráðharrin, landsstýrisformaðurin og løgmaður at viðgera støðuna í ríkinum.

Fundur verður eisini í samstarvsráðnum í dag.

Umframt løgmann fara Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á tann fundin. 

Troels Lund Poulsen, sum er varaforsætisráðharri og verjumálaráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, umboða Danmark á fundinum í samstarvsráðnum.

Hetta er triðju ferð, at ávegis ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum eru í januar.

Samstarvsráðið er um uttanríkispolitkk, trygdarpolitikk og verjupolitikk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213