Farmaflutningurin loftvegis setti eisini met í fjør

Farmaflutningurin loftvegis setti eisini met í fjør
Serliga útflutningurin av laksi, sum FarCargo og Bakkafrost standa fyri, ger stóra munin
Laksaútflutningurin hjá Bakkafrosti við FarCargo tók dik á seg í 2025, og vaks nógv í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2026 - 08:18

Ikki bara ferðafólkatalið setti met í fjør.

Tað gjørdi farmurin eisini.

Sløk 8.420 tons av farmi fóru um flogvøllin í Vágum í fjør. Hetta eru 16,3 prosent meira enn í 2024.

Tá var farmurin 7.237 tons.

Serliga útflutningurin av laksi, sum FarCargo og Bakkafrost standa fyri, ger stóra munin.  

Hetta virksemið tók av álvara dik á seg í 2024, og vaks nógv í 2025.

Útlit eru til, at vøksturin heldur fram næstu árini, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363