Nýggja navnið er meistaradeildin

Nýggja navnið er meistaradeildin
Tað hevur itið Formuladeildin, Vodafonedeildin, Effodeildin og Betrideildin. Nú fara bestu deildirnar í fótbólti at eita meistaradeildin
Besta deildin í fótbólti hjá monnum og kvinnum broytir navn
 
09.01.2026 - 14:45

Fótbótbóltssambandið boðar í dag frá, at besta deildin í føroyskum fótbólti hjá monnum og kvinnum fer í framtíðini at eita meistaradeildin. Síðani 2005 hevur besta deildin verið knýtt at einum sponsornavnið, men hetta verður ikki longur.

– Avtalan við Betri gekk út á nýggjárinum, ið samstundis hevur við sær, at fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum skifta navn til Meistaradeildin, skrivar Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

– Vit vilja takka Betri fyri gott samstarv seinastu árini, ið veruliga hevur verið við til at ment føroyskan fótbólt hesa tíðina. Deildirnar fara nú at broyta navn, og fara framyvir at kallast Meistaradeildin menn og Meistaradeildin kvinnur, og í næstum fara vit at kunngera nýggja samleikan til kappingarnar, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Navnið Meistaradeildin er væl kent í føroyskum fótbólti. Frá 1942 til 1975 bar fremsta mansdeildin hetta navnið, áðrenn hon í 1976 fekk navnið 1. deild. Síðani hava fleiri sponsornøvn verið brúkt:

– Formuladeildin (2005-2008)

– Vodafonedeildin (2009-2011)

– Effodeildin (2012-2017)

– Betrideildin (2018-2025)

Ársins fyrsta umfar í Meistaradeildini hjá monnum 2026 verður sunnudagin 8. mars, meðan fyrsta umfar í Meistardeildini hjá kvinnum er á skránni tvær vikur seinni, sunnudagin 22. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252