"Vælkomin heim" tilnevndur til Robert-filmsheiðursløn

"Vælkomin heim" tilnevndur til Robert-filmsheiðursløn
Tá donsku Robert-filmsheiðurslønirnar verða handaðar 31. januar, er føroyski heimildarfilmurin "Vælkomin heim" millum teir tilnevndu filmarnar
Mynd: Úr "Vælkomin heim"  
 
08.01.2026 - 22:13

Robert er danska svarið upp á Oscar.

Einaferð um árið heiðrar Danmarks Filmakademi bestu avrikini innan danska film- og sjónvarpsídnaðin. 

Hetta hevur verið gjørt síðani 1984.

Í ár verður handanin 31. januar, og tá er ein føroysku filmur í uppskoti at vinna eina Robert-heiðursløn. 

 

Vælkomin heim

Talan er um føroyska heimildarfilmin "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen.

Filmurin er ein av fimm heimildarfilmum, sum eru tilnevndir í bólkinum stuttir heimildarfilmar. 

Hinir eru "Min klasse i Grønland" eftir Ulla Søe, "After the Abyss" eftir Ane Vennize Andersen, "Born to Fight" eftir Ala’A Mohsen og "Brødre" eftir Rosa Lie. 

 

Ein frásøgn um vinarlag

"Vælkomin heim", sum herfyri vann eina EKKO-heiðursløn, snýr seg um Onnu Sofíu, sum akkurát er flutt niður til Oyrasundsstudentagarðin, har Álvur longu býr, og saman skapa tey eitt heim á Oyrasundi.  

Teir gráu betongblokkarnir hava hýst túsindtals føroyingum í fleiri ættarlið, og her byggja tey víðari á eitt heim, sum tey ikki eru vís í, um tey eru farin frá - ella um tað nakrantíð var teirra.

Vælkomin heim er ein frásøgn um vinarlag, slatur á gongini og dreymar; kanska í avmarkaða tíð? Um heim byrjar at kennast sum eitt stað, man ikki heilt kann vera - serliga um mann er ungur, kvir og eitt sindur ov nógv? Fortíðin lúrir, framtíðin kallar, og mitt ímillum standa tey. Ivandi, langtandi og saman. Tey hava í øllum førum hvønn annan.

 

Sæst á KVF Sjón

"Vælkomin heim" kann í løtuni síggjast á KVF Sjón ella her niðriundir. 

Robert-filmsheiðurslønirnar vera handaðar 31. januar. 

 

DOK01458_Vaelkomin_heim_2025

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252