Nú eru 3.167 elakfør í Føroyum

Nú eru 3.167 elakfør í Føroyum
Talan er fyrst og fremst um 2.941 persónbilar og 129 viðfestivognar, 91 prutl og fýra bussar
Elakførini eru 7,4 prosent av øllum akførum í landinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.01.2026 - 07:49

Nú eru 3.167 elakfør í Føroyum.

Tilsamans vóru skrásettu akførini 42.782 tann 1. januar, skrivar Akstovan.

Elakførini eru tí 7,4 prosent.

Talan er fyrst og fremst um 2.941 persónbilar og 129 viðfestivognar, 91 prutl og fýra bussar. 

 

Bussleiðin í Havn hevur eisini elbussar.

 

Støðugt fleiri

Elakførini gerast støðugt fleiri.

1. januar 2024 vóru tey 1795, sløk 4,3 prosent av øllum akførum.

Nógv flest akfør brúka bensin, 17.701. Síðani kemur diesel, 14.271. 

Tølini frá 1. januar 2025 eru ikki á heimasíðuni hjá Akstovuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572