Føroyskur landsliðspælari seldur til Norra

Føroyskur landsliðspælari seldur til Norra
Mattias Heðinsson Lamhauge er eftir øllum at døma seldur til norska Strømsgodset. Hann hevði eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við FC Fredericia
Mattias H. Lamhauge í dysti móti Kroatia
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
08.01.2026 - 11:16

Føroyski landsliðsmálverjin, 26 ára gamli Mattias Heðinsson Lamhauge, verður í næstum seldur til norska Strømsgodset. Havnarmaðurin hevur ikki vilja gjørt nýggjan sáttmála við FC Fredericia, og verður nú seldur til Strømsgodset, sum spælir í næstbestu deildini í Norra.

Tað hevur verið nakað av órógvi kring Mattias H. Lamhauge og støðuna hjá honum í FC Fredericia. Hann misti plássið í fjør og venjarin gav tekin um, at hann iki stólaði upp á Mattias, men tað var stór ónøgd við avloysaran hjá honum. Føroyski landsliðsmálverjin megnaði at vinna sær plássið aftur, men hevur ikki sýnt áhuga í at leingja sáttmálan, sum var galdandi fram til í summar.

Strømsgodset hevur keypt Mattias H. Lamhauge leysan av sáttmálanum. Málverjin skal í morgin til læknakanning. Havnarmaðurin er uppvaksin í HB og fekk sítt gjøgnumbrot hjá grannunum B36. Í januar 2024 fór hann til FC Fredericia.

Ongin føroyingur hevur spælt, ella spælir, við Strømsgodset, men í venjaratoyminum er eitt kent navn. Tað er fyrrverandi venjarin hjá KÍ, Magne Hoseth. Ítróttarstjóri er Jackie Rasmussen. Hann hevur í fleiri førum gjørt sáttmálar við føroyskar spælarar, tá hann var ítróttarstjóri í Hillerød. Strømsgodset flutti í fjør niður í næstbestu deildina, men málið er at flyta upp aftur í bestu deildina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252