Dregur út at kanna SSL og hekkuportrið á Galaxy

Dregur út at kanna SSL og hekkuportrið á Galaxy
Kanningin skuldi vera liðug í desember, men hon verður ikki liðug fyrr enn í fyrsa lagi í februar
Fyrisitingarliga viðgerðin hjá Srandferðsluni av málinum um hekkuportrið á Galaxy skal kannast.
 
08.01.2026 - 07:57

Tað dregur út at kanna fyrisitingarligu viðgerðina hjá Strandferðsluni í málinum um Galaxy.

Í oktober í fjør boðaði táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum frá, at hann vildi málið kannað. 

Tað gjørdi Jóhan Christiansen, tá maðurin, sum tók myndina av opna hekkuportrinum á Galaxy, alment boðaði frá, at hann hevði tikið myndina, sum Strandferðslan í fyrstu atløgu ikki vildi kennast við. 

 

Gunn Ellefsen.

 

Ikki liðugt fyrr enn í februar
 
Gunn Ellefsen, advokatur, var biðin um at lýsa fyrisitingarligu viðgerðina hjá Strandferðsluni av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling. 

Kanningin skuldi vera liðug í desember í fjør. Men hon verður ikki liðug fyrr enn í fyrsta lagi í februar.

Tað upplýsir Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum eftir umskipanina av landsstýrinum og aðalráðunum í desember nú umsitur samferðslumál. 

Eingin grundgeving er fyri, hví tað dregur út at fáa frágreiðingina lidna - annað enn at arbeiðið tekur longri tíð, enn roknað varð við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342