Gevur lættari atgongd til børsin

Gevur lættari atgongd til børsin
Nýggja felagið Smyril Line Holding gevur Smyril Line betri møguleikar at fara í keypsskála
Seks størstu eigarar í Smyril Line hava stovnað nýtt felag.
 
25.12.2025 - 14:21


Nýggja felagið Smyril Line Holding gevur Smyril Line betri møguleikar at fara í keypsskála.

Seks størstu eigararnir í Smyril Line hava stovnað Smyril Line Holding, sum eigur 89 prosent í Smyril Line.

Eigararnir eru partafeløgini 12.11.11 og 12.08.14, landsstýrið, Framtak, Shetland Development Trust og Blue Water International A/S

Smyril Line Holding hevur eittans endamál, og tað er at eiga partabrøv í Smyril Line.

Nýggja skipanin styrkir strategiska grundarlagið hjá Smyril Line og tryggjar støðugan ræðisrætt í Føroyum, siga stovnararnir.

Skipanin gevur betri møguleikar at fíggja menning og íløgur í framtíðini, eitt nú at vera skrásett í keypsskála, um ein slík avgerð verður tikin.

Nevndin og stjórnin í Smyril Line Holding eru tær somu um í partafelagnum Smyril Line.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313