Berghol ein skilagóð íløga

Berghol ein skilagóð íløga
Eitt berghol til Vatnsoyrar ger størri nyttu enn tað kostar at gera og reka
Øll ferðsla til flogvøllin og av flogvøllinum skal gjøgnum Miðvág.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.12.2025 - 09:48

Eitt berghol av Fútakletti til Vatnsoyrar ger størri nyttu enn tað kostar at gera og reka.

Tað sigur ein kostnyttu greining.

Fyribils útrokningar vísa, at Vatnsoyrarbergholið er ein skilagóð íløga. 

Tí er hetta ein lønandi íløga samanborin við verandi farleið gjøgnum Sandavág og Miðvág.

 

Ikki pengar nú

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Hann spurdi um farleiðina til flogvøllin.  

Men, sum ikki einaferð, er stóri spurningurin pengar.

Talan er um stórar íløgur.

Og tað verður trupult at fáa játtan til at eina nøktandi farleið í Vágum næstu árini. 

Men vónandi ber til at fáa semju um langtíðarløguætlan, har farleiðin er við, sigur landsstýriskvinnan.

 

Út við 5000 bilar um samdøgrið

Ferðslan í Sandavági var í miðal 4.447 bilar um samdøgrið í 2024, og á Vatnavegnum var hon í miðal 3.595 bilar. 

Ferðslan var ávikavist 252 og 286 bilar størri í 2024 enn í 2022.

Átøk eru gjørd seinnu árini at bøta ferðsluviðurskiftini millum bygdirnar í Vágum og flogvøllin, sigur Ruth Vang.

Landsverk hevur arbeitt saman við kommununi um rundkoyring á Giljanesi, sigur hon í svari sínum.

Parturin hjá landinum er mettur kosta 15 mió. kr.

Í fíggjarlógini fyri 2026 eru 2,4 mió. kr. til at fyrireika berghol á farleiðini millum flogvøllin og  Vágatunnilin. Tær komu í lógina, tá uppskotið um fíggjarlóg var til triðju viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572