Sam flutt tríggjar milliónir fólk í hálva øld

Sam flutt tríggjar milliónir fólk í hálva øld
Nú siglir 50 ára gamli Sam 2.400 túrar millum Klaksvík og Syðradal um árið
Sam sigldi upprunaliga um Vestmannasund, men seinastu mong árini hevur hann røkt kalsoyarleiðina.
Mynd: Strandferðslan  
 
19.12.2025 - 13:57

Strandafaraskipið Sam bleiv fimmti mikudagin.

Tá vóru 50 ár síðani, at ferjan var latin táverandi eigaranum, Alfred Olsen.

Leysliga mett hevur ferjan flutt tríggjar milliónir ferðafólk hesa hálvu øldina, siga Strandfaraskip landsins.

Nú siglir Sam 2.400 túrar millum Klaksvík og Syðradal um árið. 

Teir svara til 12.500 fjórðingar ella góðar 23.000 kilometrar.

 

Ikki elsta skipið

Hóast Sam er 50 ár, er hann ikki elsta skipið hjá Strandfaraskipum landsins.

Ritan er 54 ár. Og Ternan er 45 ár.

Sam er bygdur í Noregi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313