Jólaútgávan var eitt spontant hugskot

Jólaútgávan var eitt spontant hugskot
Fýra jólasangir verða spældir beinleiðis í Studio 5
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2025 - 11:11

Tað var í fjør, at Magni Christiansen spældi jólakonsert í Lívdini í Hoyvík. Brádliga hugsaði hann: - Hví taka vit ikki konsertina upp? Øll tóku alt fyri eitt undir við tankanum.

Nú, eitt ár seinni, er útgávan veruleiki. Hon er tøk bæði á fløgu og vinyl. Heili 3.000 eintøk vóru gjørd.

- Fleiri hildu hetta vera púra vilt, men longu er um helmingurin seldur, sigur Magni Christiansen brosandi.


Bernhard Højgaard Petersen situr við klaverið. Hann var eisini kapellmeistari á útgávukonsertini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen


Á wikipedia-vanganum hjá Magna Christiansen stendur, at sjálvt um tað eru menn sum Shakin Stevens og Alan Jackson, ið eru tónleikaligar fyrimyndir hjá Magna, letur hann ikki nakran iva vera um, at tað er Jesus, sum er størsta fyrimynd hansara.


Eivin Christiansen, beiggi Magna, hevur bassin um hendur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen


Magni Christiansen hevur nógv at gera í hesum døgum.

Um vikuskiftið spælir hann konsertir í Suðuroy, og longu nú eru boð eftir honum í árinum, ið kemur.

Eitt nú er stór Johnny Cash-konsert í umbúna síðst í januar í 2026. 


Henning Nicodemussen hevur kustarnar í hondum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Ljóðið í dag gjørdi Alvin Ellebye.

Beinleiðis úr Studio 5 er aftur 9. januar í 2026.

Tá er tað Tunghoyrt, sum kemur í útvarpsstovuna.

Um tú hevur hug at spæla live í sendingini, so er at senda eini boð til: st5@kvf.fo

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Magni Christiansen



 
1783959




 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342