Faroe5 fara at framføra á Summarfestivalinum

Faroe5 fara at framføra á Summarfestivalinum
Gentubólkurin Faroe5 hevur júst avdúka í Vikuskiftissendingini, at tær fara at framføra á Summarfestivalinum komandi ár, og at tær fara á pallin leygarkvøldið
 
19.12.2025 - 17:07

Fólk flest munnu kenna Faroe5-hittini "Bara eitt spæl", "Tú fert altíð at vera har" og "Eg vil hava t". 

Hóast 15 ár eru liðin, síðani bólkurin seinast spældi í Føroyum, liva sangirnir framvegis væl. Tað staðfest í øllum førum Spotify-spælingarnar.

Spotify hevði vallað fingið beinini undir seg, tá Faroe5 debuteraði við "Bara eitt spæl" í 2008.  Fyrsta heildarútgávan kom út sama summar, hevði hon fleiri hitt við sær, og Faroe5 var frá fyrsta tóna ein risastór suksé. 

Tað staðfesti eitt innslag í Mentanartíðindunum hjá Kringvarpi Føroya. 

 

Faroe5 er fullmannaður

At løttu føroysku popptónarnir hjá Faroe5 enn hava eitt publikum, ja, tað varð staðfest, tá ið Faroe5 hevði framførslu á sonevndu Lestrargonguni í Keypmannahavn í ár. Felagssangurin og fagnaðurin mundi ongan enda fingið.

Í 2009 spældi Faroe5 á fleri summartiltøkum – eitt nú høvdu tær framførslu á stóra palli á Summar Festivalinum. Men nakað seinni fór bólkurin í dvala. Sangirnir hava tó livað sítt egna lív, og nú eru tær í Faroe5 aftur til reiðar at spæla stóra festivalkonsert.

 

Nú sum tá eru songkvinnurnar í Faroe5 Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Jónvá Ellingsgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein Christiansen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114