Fýra milliónir til Trongisvágsvegin

Fýra milliónir til Trongisvágsvegin
"Tann gloymdi kilometurin" á Trongisvágsvegnum fær nú aftur fýra milliónir á fíggjarlógini. Tað mælir meirilutin í fíggjarnevndini til
Tað er umleið ein kilometur av vegi í Trongisvági, ið eftir ætlan skal breiðkast.
 
16.12.2025 - 19:59

Løgtingið hevur við 2. viðgerð í dag játtað fýra milliónir til Trongisvágsvegin.

Tað var til fíggjarlógina í 2022, at fíggjarnevndin játtaði fýra milliónir krónur til at breiðka hetta vegastrekkið.

Men pengarnir vórðu ongantíð brúktir har. Landsverk brúkti teir ístaðin til trý onnur vegastrekki, nevniliga Selatraðarvegin, Fuglafjarðarvegin og Funningsfjarðarvegin.

- Nún verða pengarnir játtaðar á serliga konto, og Tvøroyarar kommuna sleppur at ráða yvir pengunum, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini.

 

Eingin trygd fyri seks milliónum avtrat

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyari, hevur áður sagt, at kommunan metir seg kunna breiðka vegastrekkið í Trongisvági fyri tilsamans 10 milliónir.

Landsverk segði hinvegin at tað fer at kosta 20 milliónir, ella um vegurin verður broyttur, 40 milliónir. 

Løgtingið fer nú játta fýra milliónir aftur, men um Tvøroyrar kommuna fer at fáa tað, sum manglar í, seks milliónir, fyri at gera arbeiðið liðugt, er óvist.

 

1783343


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363