FMA aftur til Havnar

FMA aftur til Havnar
Í ár var FMA í nýggja og stásiliga Varpinum í Klaksvík, men tá bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað 6. mars komandi ár, er tiltakið aftur í Norðurlandahúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2025 - 15:10

Fyriskipararnir av Faroese Music Awards (FMA), ið eru Tónleikasamband Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, boða í dag frá, at tá tiltakið verður 6. mars komandi ár, so verður tað aftur í Norðurlandahúsinum í Havn. 

Til várs bleiv ein sera væleydnað útgáva av tiltakinum annars hildin í nýggja og stásiliga Varpinum í Klaksvík. 

Komandi ár verður tiltakið aftur í Havn. 

 

Bestu avrikini

Til FMA verða bestu avrikini innan føroyskan tónleik seinasta árið heiðrað, og virðislønir verða latnar.

Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Hetta er á fjórða sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarpi Føroya og Norðurlandahúsinum.


Elinborg, ið hevur útgivið plátuna "Í ævir" í ár, verður á pallinum til FMA 2026 í Norðurlandahúsinum (Mynd: Sigga Ella)

 

Elinborg og Byrta fara at framføra

Næstu vikurnar fara FMA-fyriskipararnir av kunngera, hvørji nøvn fara at framføra til FMA, men longu í dag avdúka fyriskipararnir, at Elinborg og Byrta fara at framføra, har Sakaris verður partur av framførsluni hjá Byrtu.

Tey, ið annars fara at framføra, vera tónlistanøvn, ið hava myndað brátt farna tónleikaárið 2025. 

Fyriskipararnir gera vart við, at avmarkað nøgd av atgongumerkjum verður seld til FMA. 

 

Spæl føroyskt flutt

Spæl føroyskt hevur áður verið vikuna undan FMA, soleiðis at várið hevur verið háárstíð fyri føroyskan tónleik. Hetta verður nú broytt.

Tónleikasamband Føroya hevur, saman við Kringvarpi Føroya, avgjørt, at Spæl føroyskt skal flytast til um heystið.

Hetta merkir, at einki Spæl føroyskt verður í mars 2026, men heldur í døgunum  5. til 11. oktober 2026. 

Allar handanirnar av FMA-heiðurslønunum gjøgnum árini kunnu síggjast inni á KVF Sjón. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114