Trífaldur Grammy-vinnari á G! festivalin

Trífaldur Grammy-vinnari á G! festivalin
G! kunngerð í dag, at amerikanski Fantastic Negrito kemur at spæla á festivalinum í summar. Talan er um tónlistamann, ið hevur vunnið tríggjar Grammy-heiðurslønir
Mynd: Pressumynd  
 
10.12.2025 - 09:51

"Vit kunngera í dag eitt hitt mest spennandi navnið á G! nakrantíð."

Soleiðis skriva G!-fyriskipararnir í tíðindaskrivi í sambandi við, at Fantastic Negrito kemur at spæla á festivalinum komandi summar. 

Hvør er so Fantastic Negrito spyrja nokk nógv fólk - kanska øll?

Talan er um trífaldan Grammy-vinnara úr USA. 

 

Tiny Desk-gjøgnumbrotið

Fantastic Negrito fekk sítt gjøgnumbrot í 2015, tá ið hann vann fyrstu NPR Tiny Desk-kappingina.

Síðan tá hevur hann vunnið tríggjar Grammy-virðislønir fyri pláturnar "The Last Days of Oakland", "Please Don't Be Dead" og "Have You Lost Your Mind Yet?"

Talan er um ein tónlistamann, ið tekur amerikanska upprunatónleikin inn í nýggju øldina.

Í so máta er bókingin av Fantastic Negrito rættiliga G!-slig, tí G! hevur heilt frá byrjanini borðreitt við uppruna - "Áðrenn Elvis" - tónleiki.

Nevnast kunnu Glenn Kaiser Band, The Dixie Hummingbirds, The Holmes Brothers og ikki minst Blind Boys of Alabama. 

 

Rokaligur unglingi

Søgan um Fantastic Negrito er sum hin um fuglin Føniks, skrivar G!

57 ára gamli Xavier Amin Dphrepaulezz, sum hann í veruleikanum eitur, var ein rokaligur unglingi, og gekk einari haðrari lagnu við dørpum útlitum í møti.

Hann byrjaði sum ein tónleikari, sum stóð á gøtuni og sang fyri at fáa nøkur oyru í hattin, og síðani hevur megnað at lyfta seg upp á hægstu tónleikaligu tindarnar.

Komandi summar kemur hann at framføra á Gøtusandi, tá ið G! fer av bakkastokki 16.-18. juli 2026.

 

Higartil kunngjørt til G! 2026:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114