Julian knústi maratonmetið hjá Absaloni

Julian knústi maratonmetið hjá Absaloni
Julian Gregersen knústi gamla maratonmetið hjá Absaloni Hansen, tá hann rann í Valencia sunnudagin. Klaksvíkingurin rann seks minuttir skjótari enn metið frá 1988
 
07.12.2025 - 18:39

Julian Gregersen krýndi sítt flotta renniár, tá hann tók føroyska metið á maratonteininum í Valencia sunnudagin.

Gamla metið, sum legendariski Absalon Hansen setti í Hamburg í 1988, taldist millum tey elstu í frælsum ítrótti, men rennarin úr Treysti bøtti um tað við meir enn seks minuttum.

Metið hjá Absaloni Hansen var 2.27.53, meðan klaksvíkingurin kom á við tíðini 2.21.44.

 - Kenslan er ótrúliga góð. Hatta var betri, enn eg nakrantíð hevði torað at vónað, segði Julian Gregersen við útvarpið hjá KvF.

 - Hetta hevur nógv at siga. Hetta er eitt met, sum hevur staðið ræðuliga leingi, og Absalon er nógv tann besti maratonrennarin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, segði Treysti-maðurin.

SÍ EISINI: Vangamyndin: Absalon Hansen

 

Framúr ár í renning

Julian Gregersen er ikki maratonrennari, men hevur verið somikið væl fyri í ár, at hann er bestur í øllum, sum kann kallast langtteinur. 

Í ár hevur hann tikið metini á 1.500m, 5.000m, 5km og í hálvum maraton, so sjálvt maratonmetið er ein staðfesting av framúr góða árinum, sum klaksvíkingurin hevur havt. 

 - Aftaná eg tók metið í hálvmaraton, vildi eg royna at enda árið við at fara eftir maratonmetinum. Og tað gekk so, segði Julian Gregersen, sum í hálvtannað ár hevur runnið umleið 20 kilometrar um dagin í miðal. 

Hann leggur afturat, at umstøður at venja, vitan og útgerð er batnað nógv, síðan Absalon Hansen setti gamla metið fyri skjótt 40 árum síðan, so tað var upp á tíðina, at onkur tók tað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797