Gongd komin á bilsøluna

Gongd komin á bilsøluna
Til 1. desember eru skrásett 1631 akfør, 181 fleiri enn í fjør
181 fleiri akfør eru skrásett í ár, og av hesum 103 persónbilar.
 
05.12.2025 - 14:57

Nú er rættilig gongd komin á bilasøluna aftur í Føroyum.

Í november vóru 123 nýggj akfør skrásett í Føroyum.

Tað er 35 fleiri enn í november í fjør.

Til 1. desember eru skrásett 1631 akfør, 181 fleiri enn í fjør. Vøksturin er næstan 13 prosent.

Serliga persónbilarnir eru fleiri. Teir eru 103 fleiri í ár.

Brúkt akfør eru eisini fleiri, tó ikki higartil í ár, men í november vóru tey 14 fleiri enn í fjør.

Tølini eru lítil, 49 í ár og 35 í fjør.

Sí yvirlit yvir nýggj akfør her.

Sí yvirlit yvir brúkt akfør her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342