- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Erdogan kann vera við til at fáa frið í Ukraina
Trump: Erdogan kann vera við til at fáa frið í Ukraina
Putin hevur virðing fyri Erdogan, og hann er vinur mín, sigur amerikanski forsetin

Donald Trump og Erdogan á toppfundi í Egyptalandi í gjár.
Mynd: Yoan Valat/AFP/Ritzau Scanpix
14.10.2025 - 14:52
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, kann vera við til at fáa frið í Ukraina.
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, við tíðindafólk, sum eru við Air Force One á veg heim til USA eftir vitjan í Egyptalandi.
- Putin hevur virðing fyri honum. Og hann er vinur mín, segði Trump og legði seinni dent á, at hann bara er samdur við 'tey sterku' og ikki 'tey veiku'. Hann segði eisini, at Erdogan fer væl við sær.
- Tá NATO hevur ein trupulleika við Erdogan, sum ofta er, so ringja tey til mín og biðja meg at tosa við hann. Og tað hevur altíð eydnast mær at loysa trupulleikan alt fyri eitt, segði Trump.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























