SSL: Rampan á Syðradali má lagast til Teistan

SSL: Rampan á Syðradali má lagast til Teistan
Fólk í Kalsoynni hava funnist at
Teistin nærkast Syðradali
Mynd: Savnsmynd  
 
14.10.2025 - 12:52

Ta síðstu lítlu vikuna hevur Strandferðaslan gjørt eina roynd, har Teistin siglir á Kalsoyarleiðini. Og tað hevur verið avbjóðandi. 

Fólk á staðnum hava funnist at, at Teistin hevur havt trupulleikar at leggja at. Ein teirra er Bjørn Kalsoy, bóndi á Syðradali, ið ikki heldur, at rapan á Syðradali, í verandi líki, hóskar til Teistan. 

- Rampan til strandfaraskipið Teistan á Syðradali skal tillagast, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni. 

Landsverk, veitarin av rampuni, og manningin á Sam, vóru í Syðradali í gjár og kannaðu málið. Og arbeiðið er farið í gongd, leggur Niels Juel Arge afturat. 

 

LES EISINI: Ferjulegan á Syðradali krevur ábøtur til størri skip

 

Ikki bara rampan

Men tað var ikki bert rampan, sum spurnartekin verður sett við. 

Atløgusíðan skal nokk útbyggjast, heldur Bjørn Kalsoy, og Niels Juel Arge, stjóri í SSL, ásannar at atløgubryggjan er í teprara lagið til Teistan, sum stingur tveir metrar. 

Meir skuldi helst ikki verið neyðugt, tí ætlanir eru ikki um at byggja longri skip enn Teistan at røkja Kalsoyarleiðina. 

"Tað skipið, vit hava teknað til Kalsoyarleiðina, er styttri enn Teistin," staðfestir Niels Juel Arge, stjóri. 

Upprunaliga varð sagt, at Teisin skuldi royndarsigla til Syðradals í tvær vikur, men tað kann leingjast, um tað er neyðugt. 

Hoyr innslagið frá útvarpstíðindunum her:

 

Teistin_a_Kalsoyarleidini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. november
Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
199978
Leygardag 15. november
Vikan 15. november 2025
199973
Leygardag 15. november
Upp á tá - 141125
199971
Leygardag 15. november
Morgunlestur leygardagur 15.november 2025
199903
Fríggjadag 14. november
Vikuskiftið 14 nov 2025
199949
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872