- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bráskipanin farin at virka
Bráskipanin farin at virka
Nú ber til at síggja brá hjá teimum fyrstu matarstøðunum. Fyribils tó bara í Havn

Eftirlitið byrjaði hálvan september, og higartil hava 40 eftirlit verið
Mynd: Savnsmynd
14.10.2025 - 19:10
Bráskipanin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er so smátt farin at virka, og matarstøð í Havn hava havt vitjan.
Eftirlitið byrjaði hálvan september, og higartil hava 40 eftirlit verið.
- Summar matstovur í Havn hava fingið 'strangt brá', men ikki allar, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðari á Matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Hoyr samrøðu við Maluna Nicolinudóttur Mikkelsen í útvarpstíðindunum:
1769917
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























