Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir í fjør

Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir í fjør
Lønir kostaðu 407 milliónir krónur meira í fjør enn í 2023
Vøksturin sæst serliga á økinum almannavernd, har stórur partur av starvsfólkunum eru í fakbólkum, sum fingu lønarlyft í 2024.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.10.2025 - 10:48

Almennu útreiðslurnar í Føroyum vóru 15 milliardir krónur í fjør, 830 milliónir meira enn í 2023, skrivar Hagstovan.

Lønir kostaðu 407 milliónir krónur meira í fjør enn í 2023. 

Vøksturin sæst serliga á økinum almannavernd, har stórur partur av starvsfólkunum eru í fakbólkum, sum fingu lønarlyft í 2024.

Almenni geirin hevði 224 mió. kr. í halli í fjør.

Almenni geirin er land, kommunur, danskir ríkisstovnar og sosialir trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112