Kanna huglag og atburð í barnafótbólti

Kanna huglag og atburð í barnafótbólti
Tað skal fyrst og fremst vera stuttligt hjá børnum at spæla fótbólt, og tí ger Fótbóltssamband Føroya kanning um barnafótbóltskappingar
 
07.10.2025 - 10:55

Hvussu hevur tú upplivað stemningin og atferðina á síðulinjuni til barnafótbóltskappingar í ár?

Tað vilja tey í Fótbóltssambandinum vita, og tí hava tey gjørt eitt spurnarblað til foreldur, venjarar, hjálparvenjarar og onnur vaksin.

Spurnarblaðið er ætlað teimum, sum hava verið partur av barnakappingunum hjá U7 til U11 í 2025.

- Sum heild er hýrurin góður til hesar barnakappingarnar, og tey flestu vísa góðan atburð. Men vit vita um hesi einstøku dømini, tá foreldur ella venjarar blíva í so spent, ella ikki eru heilt samd í tí, sum gongur fyri seg á vøllinum, og tað kann hava stóra ávirkan á børnini, sigur Elin Sofía á Tjaldrafløtti Vestergaard frá Fótbóltssambandinum.

Higartil hava útvið 300 fólk svarað spurnarblaðnum, og uttan at hava nærlisið øll spurnarbløðini er longu greitt, at tey flestu uppliva ein góðan og positivan stemning á síðulinjuni, tá barnafótbóltskappingar eru.

1768132

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525