Tórður verið á túri á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy

Tórður verið á túri á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy
Heilsuskúla Føroya leggur dent á, at tann lítli skúlin hevur sínar fyrimunir, tí tað er stutt frá hugskoti til veruleika. Tórður Mikkelsen var og kannaði uppáhaldið
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
30.09.2025 - 15:00

Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy gleða tey seg til skipanina, at tey lesandi fáa løn í lestrartíðini.

At skipanin ikki náddi at koma í gildi í summar merkti, at ein fittur partur av teimum, sum høvdu søkt sum heilsurøktarar í summar, ikki tóku av.

Á Heilsuskúlanum eru tríggjar útbúgvingar - heilsurøktarar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar.

Skúlin leggur dent á, at tann lítli skúlin hevur sínar stóru fyrimunir. Tað er stutt frá hugskoti til veruleika.

 

Næmingar kunnu hugsavna seg í Suðuroy

Fjarundirvísingin er nógv útbygd og saman við starvsvenjing hevur tað gjørt, at nógvir av næmingunum bara eru á skúlanum ein fjórðing av tíðini.

Næmingarnir norðanfjørð frá, sum vit hitta í sendingini, halda at Heilsuskúlin í Suðuroy hevur stórar styrkir. Tá næmingarnir eru komin suður, kunnu tey fult og heilt hugsavna seg um skúlan.


17 ára gamla Silja Rúnadóttir úr Miðvági og Fríða Æðustein Poulsen úr Havn byrjaðu í august útbúgvingina sum námsfrøðihjálpari, og higartil eru báðar væl nøgdar (Mynd: Tórður Mikkelsen)
 

 

Í løtuni eru tilsamans 63 næmingar á teimum trimum útbúgvingunum á Heilsuskúlanum.

Vivie Davidsen, skúlastjóri, ivast ikki í, at tá skipanin við løn undir útbúgving er komin í gildi, verða næmingarnir nógv fleiri í tali.

Tey, sum tosað verður við í sendingini, eru: Vivie Davidsen, Fríða Æðustein, Silja Rúnadóttir, Terji Brynjarsson, Annika Jónsveinsdóttir Nolsøe, Elken Bech, Mariann Johansen, Fríðgerð Egilsnes og Irdi Gaardlykke.

 

Hvat: Við Tórði á túri
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Við Tórði á túri hevur eisini síðu á Facebook

 

Her kanst tú hoyra túrin á Heilsuskúla Føroya.

1766787

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. november
Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
199978
Leygardag 15. november
Vikan 15. november 2025
199973
Leygardag 15. november
Upp á tá - 141125
199971
Leygardag 15. november
Morgunlestur leygardagur 15.november 2025
199903
Fríggjadag 14. november
Vikuskiftið 14 nov 2025
199949
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872