Fyrsti løgmaður í heimastýrinum: Nýggj sendirøð um Andras Samuelsen

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum: Nýggj sendirøð um Andras Samuelsen
Andras Samuelsen var fyrsti løgmaður í føroyska heimastýrinum frá 1948 til 1950
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
03.10.2025 - 12:05

Í útvarpinum verður í næstum at hoyra ein sendirøð í trimum pørtum um politikaran Andras Samuelsen.

Uni Arge hevur skrivað og lagt til rættis, og røðin snýr seg um lívið hjá Andrasi Samuelsen frá tí, at hann varð føddur í 1873, til hann doyði í 1954

Andras Samuelsen var fyrsti løgmaður í føroyska heimastýrinum frá 1948 til 1950.

Hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1906, og tingmaður var hann til 1948.

Á fólkatingi sat hann frá 1913 til 1915 og aftur frá 1918 til 1939. Í 1917 og 1918 var hann landstingsmaður.

 

Føddur í Haldórsvík

Andras Samuelsen varð føddur í Haldórsvík í 1873 og fór til Havnar at arbeiða hjá sýslumanninum H. C. Müller í 1894.

Komin til Havnar gjørdist hann virkin í Føringafelag, sum var stovnað eftir jólafundin í 1888, og Havnar Avhaldsfelag.

Eitt skifti var hann blaðstjóri á Føringatíðindum, sum Føringafelag var farið at geva út frá 1890.

 

Fosturlandskærur

Tann ungi Andras var sera fosturlandskærur og skrivaði manga yrking í Føringatíðindi, men eitt stríð í felagnum um, hvussu føroyskt skuldi stavast, gjørdi skilnað millum m.a. hann og Jóannes Patursson í 1896.

Hetta var ikki einasti skilnaðurin teirra millum, tí í 1906 klovnaði tjóðskaparrørslan í Sambandsflokkin, sum Andras var við til at stovna, og Sjálvstýrisflokkin, sum Jóannes gjørdist oddamaður fyri.

Sendirøðin um Andras Samuelsen lýsir fleiri stríðsmál millum Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin tá í tíðini, og hon lýsir eisini áhaldandi stríðið fyri at fáa sett bann fyri at skeinkja og selja rúsdrekka í Føroyum.

 

Abbasonurin berandi kelda

Ein berandi kelda í sendingini er abbasonur Andras, Eilif Samuelsen, og tvær aðrar keldur eru Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Erling Isholm, doktari í søgu.

Granskað er eisini í bløðum og bókum, sum umrøða byltingarnar um aldarskiftið 1900 og seinni.

Tað er sum kunnugt Uni Arge, ið hevur lagt sendirøðina "Fyrsti løgmaður í heimastýrinum" til rættis. 


Uni Arge, journalistur, hevur lagt sendirøðin um Andras Samuelsen til rættis (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Hví hevur tú valt at gera eina røð um Andras Samuelsen?

Hugskotið er sprottið úr einum ynski í KvF um at varpa ljós á løgmenninar síðan 1948. Søgan um føroyska heimastýrið er rættiliga long nú, nærum 80 ár, og ta fyrstu tíðina minnast færri og færri fólk. Tann fyrsti løgmaðurin var Andras Samuelsen, so hann stóð fyrstur fyri.

 

Hvør var Andras Samuelsen?

Hann varð føddur í Haldórsvík í 1873, har hann vaks upp. Hann vísti tíðliga góð evnir at skriva, og hann yrkti beinanvegin nógv. Góði pennur hansara tryggjaði honum starv hjá sýslumanninum í Havn í 1894, H. C. Müller. Komin til Havnar gjørdist hann limur í bæði Føringafelag og Havnar Avhaldsfelag. Í Føringatíðindum, blaðnum hjá Føringafelag, síggjast mangar fosturlandsyrkingar eftir Andras í 1890'unum, og hann fagnar eisini móðurmálinum, sum Føringafelag vildi hava til heiður og æru í samfelagnum eftir jólafundin í 1888.

 

Hvat kunnu fólk vænta sær av sendirøðini?

Røðin lýsir lívið hjá Andrasi frá tí, at hann verður føddur, til hann doyr í 1954. Samstundis er hon ein lýsing av teirri stremban og teimum stríðum, sum eru í samfelagnum hesi árini. Tí hoyra vit eisini um eitt nú V. U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen, Rasmus Effersøe, Oliver Effersøe og Jóannes Patursson. Kona Andras var Beate Lindenskov, og hana hoyra vit sjálvandi eisini um. Saman fingu tey bæði tríggjar synir og eina dóttir millum 1904 og 1913.

 

Sendirøðin "Fyrsti løgmaður í heimastýrinum" verður send komandi tríggjar týsdagarnar klokkan 17.05, og so verður hon eisini at hoyra á KVF Ljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. november
Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
199978
Leygardag 15. november
Vikan 15. november 2025
199973
Leygardag 15. november
Upp á tá - 141125
199971
Leygardag 15. november
Morgunlestur leygardagur 15.november 2025
199903
Fríggjadag 14. november
Vikuskiftið 14 nov 2025
199949
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872