ST-kanningarnevnd: Ísrael fremur fólkamorð í Gasa

ST-kanningarnevnd: Ísrael fremur fólkamorð í Gasa
Nevndin staðfestir, at Ísrael síðani oktobur í 2023 hevur framt fólkadráp í Gasageiranum, við tí í hyggju at beina fyri palestinum í økinum
Palestinar flýggja úr Gasa býi. Nýggj ST-frágreiðing sigur, at Ísrael fremur fólkamorð í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.09.2025 - 09:01

Ísrael fremur fólkamorð í Gasa.

Tað er niðurstøðan í frágreiðing, sum ein óheft ST-kanningarnevnd hevur almannakunngjørt í dag.

Nevndin staðfestir, at Ísrael síðani oktobur í 2023 hevur framt fólkadráp í Gasageiranum, við tí í hyggju at beina fyri palestinum í økinum.

- Vit eru komin til ta niðurstøðu, at fólkadráp verður framt í Gasa, at tað heldur fram, og at staturin Ísrael hevur ábyrgdina, sigur  Navi Pillay, leiðari í óheftu, altjóða kanningarnevndini um menniskjarættindi í hersettu palestinsku økjunum, við AP-tíðindastovuna.

 

Hava eggjað til fólkamorð

Óhefta ST-nevndin staðfestir í frágreiðinginai, sum er almannakunngjørd í morgun, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, Isaac Herzog, forseti, og fyrrverandi verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, fleiri ferðir hava eggjað til fólkamorð í Gasa.

Ísraelska uttanríkismálaráðið vísir burtur frágreiðingina og kallar hana falska.

Formliga er tað altjóða dómstólurin, ICJ, sum løgfrøðiliga ger av, um fólkadráp verður framt í Gasa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525