Søkja eftir fregnartænastufólki til Arktisk Kommando í Havn

Søkja eftir fregnartænastufólki til Arktisk Kommando í Havn
Arbeiðið hjá fregnartænastudeildini er at fáa fatur í øllum upplýsingum á sjógvi, á landi, í luftini, í rúmdini og á netinum
Arktisk Kommando søkir eftir tveimum fólkum tl fregnartænastudeildina, sum skulu arbeiða í Havn.
 
16.09.2025 - 16:09

Arktisk Kommando søkir eftir fregnartænastufólki, sum skal arbeiða í Havn. 

Tvey fólk eru nú í fregnartænastudeildini hjá Arktisk Kommando. 

Arbeiðið hjá deildini er at fáa fatur í øllum upplýsingum á sjógvi, á landi, í luftini, í rúmdini og á netinum.

Síðani skal deildini meta, hvør støðan er nú, og hvør hon verður í framtíðini.

Hetta er galdandi fyri bjarging, náttúruvanlukkur, brotsverk, brot á yvirharradømi, suvereniteti, og nógv annað. 

Tann, sum fær starvið, skal kenna Føroyar væl, stendur í starvslýsingini.

Umsóknarfreistin er 29. september.

 

Verja kongsríkið í Arktis

Arktisk Kommando umsitur uppgávurnar hjá donsku verjuni í Føroyum, Grønlandi og á havleiðunum við londini bæði.

Endamálið er stutt og greitt at verja kongsríkið í Arktis.

Høvuðsstøðin er í Nuuk. Har arbeiða 80 fólk.

Haraftrat hevur Arktis Kommando fólk á eysturstrondini og vesturstrondini í Grønlandi og í Føroyum og Danmark.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873