Galaxy kostar millum 21 og 25 milliónir

Galaxy kostar millum 21 og 25 milliónir
Góð helvt er leiga og hitt er fyri klárgering og avrigging og lønir til útlendsku manningina
Galaxy avloysir Smyril, sum er í dokk í Danmark.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2025 - 09:04

Galaxy kostar 21 mió.kr. í átta vikur og 25 milliónir í tíggju vikur.

Sjálv leigan er stív helvtin.

Hitt er fyri klárgering og avrigging og lønir til útlendsku manningina. 

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Hans Jacob Thomsen, løgtingsmann.

Leigusáttmálin um Galaxy var undirskrivaður 30. mars.

 

Tríggir meklarar kannaðu

Jóhann Christiansen sigur, at Strandfaraskip landsins høvdu tríggjar føroyskar skipsmeklarar at kanna marknaðin fyri leiguferjur.

Fyrst vóru 15 møguleikar. Men teir flestu bóru ikki til.

Í apríl í fjør mælti Strandferðslan landsstýrinum til at keypa ferjuni Volcan de Taburiente á Kanariuoyggjunum.

Hon kostaði 250 mió. kr.

Les alt svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659