Breddin: Polarisering í almenna kjakinum og heilsufótbóltur

Breddin: Polarisering í almenna kjakinum og heilsufótbóltur
Tvey evni eru í sendingini í dag
Á sosialum miðlum er tónin vorðin alsamt harðari.
 
16.09.2025 - 09:24

Polariseringin í almenna kjakinum tykist vera vaksandi.

Á sosialum miðlum verður tónin alsamt harðari.

Men hvussu ávirkar hetta felagsskapin? 

Og hvør hevur ábyrgdina av, at kjakið er siðiligt? 

Tað spyrja vit millum annað um í Breddanum í dag, sum eisini snýr seg um heilsu, tá vit verða eldri. 

Tí føroysk gransking vísir, at tað ber til at steðga neiligu gongdini við vøddamissi og vánaligari beinheilsu hjá monnunum og kvinnum, sum eru komin í 50 ára aldur.

Í 13 ár hevur verið granskað í heilsufótbólti,  og í sendingini hyggja vit nærri at granskingarverkætlanini saman við Magna Mohr, professara. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873