Fleiri tikin av døgum í Norðurkorea

Fleiri tikin av døgum í Norðurkorea
Tað kann kosta lív at deila filmar og sjónvarpsrøðir
Ongastaðni í heiminum er so neyvt eftirlit við borgarunum sum í Norðurkorea
Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.09.2025 - 09:44

Myndugleikarnir í Norðurkorea hava seinastu árini hert eftirlitið við sínum íbúgvum, og fleiri eru tikin av døgum fyri millum at at deila útlendskar filmar og sjónvarpsrøðir.

Hetta stendur sambært BBC í eini ST-frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár.

- Einki annað fólk í heiminum livir undir so strongum eftirliti, stendur millum annað í frágreiðingini.

ST-frágreiðingin byggir millum annað á samrøður við 300 fólk, sum eru flýdd av landinum.

Tá fólk verða tikin av døgum, hendir tað ofta alment fyri at ræða onnur at gera tað sama.

Myndugleikarnir brúka nýggja tøkni at finna fram til fólk, sum eru undir illgruna, og enn eru nógvar politiskar fangalegur í landinum. 

Tann einasti glottin í frágreiðingini er, at fangar ikki longur verða líka illa píndir, sum fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252