Biðja um eykajáttan til løgtingsbygningin

Biðja um eykajáttan til løgtingsbygningin
Peningurin skal brúkast at fyrireika umvælingina av bygninginum uttan, har glasplátur eru tiknar niður
Glaspláturnar á løgtingsbygninginum vórðu tiknar niður í apríl og mai í fjør, av trygdarávum. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2025 - 11:49

Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð einum uppskoti frá formansskapinum í løgtinginum um eykajáttan at umvæla løgtingsbygningin.

Málið snýr seg um bygningin uttan. 

Glaspláturnar vórðu tiknar niður í apríl og mai í fjør, av trygdarávum. 

Tað var beint fyri ólavsøku í 2023, at petti av einari plátu duttu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.

Og fyrr í fjør summar datt ein pláta av á hinari síðuni á bygninginum. 

 

1,4 milliónir

Formanskapurin biður um 1,4 milliónir krónur í eykajáttan til at fyrireika umvælingina.

2,5 milliónir krónur vórðu játtaðar í fjør. 

Góðar 600.000 krónur vórðu nýttar bráðfeingis, tí neyðugt var at tryggja, at ikki fleiri plátur duttu niður. 

Restin av játtanini fall burtur. 

Mett verður, at tað fer at kosta tríggjar milliónir at fyrireika umvælingina, og tí verður biðið um eykajáttan upp á 1,4 milliónir og heimild at flyta óbrúktu játtanina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280