Akademia skal stimbra almennu mentanina og menningina

Akademia skal stimbra almennu mentanina og menningina
Nýggja sunnudagssendingin hjá Jógvani D. Hansen og Armgarð Arge, "Akademia", tekur tráðin upp eftir "Filosoffarnir"
Jógvan D. Hansen, námslektari, greinar filosofisk evnir í nýggju sendirøðini "Akademia", har Armgarð Arge er vertur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2025 - 12:00

So eru tey bæði aftur at hoyra í útvarpinum, Jógvan D. Hansen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Armgarð Arge, teolog og útvarpsvertur. 

Í sendirøðini "Filosoffarnir", ið fyrstu ferð bleiv send í útvarpinum frá 2011 og til 2013, og sum kann hoyrast á KVF Ljóð, viðgjørdi tey bæði kenda filosoffar. 

Í nýggju sendirøðini "Akademia" umrøða tey filosofisk evni, og á tann hátt taka tey tráðin upp eftir "Filosoffarnar". 

"Sendingin skal stimbra almennu mentanina og menningina," staðfestir Armgarð Arge, vertur.  

 

Hugsa sjálv/sjálvur 

Fyrsti partur bleiv sendur í gjár, sunnudagin, klokkan 14.15, og var evnið "hugsa sjálv/ur".

"Sendingin viðger hetta, at hava dirivi at nýta egið vit og skil," greiðir Armgarð Arge frá. "Ikki vera dovin ella undanstøkkinr, so tú bara fert við streyminum, men vís eldhugað og engagement sjálv/ur."

"Mann kann hugsa móti Immanuel Kant, men mann kann ikki hugsa uttan Kant," staðfestir Jógvan D. Hansen, námslektari, í fyrsta partinum, tá hann greinar tekstin hjá Immanuel Kant "Hvat er upplýsing?" .  

"Kant staðfestir, at vit menniskju eru frá upphavinum ikki býtt, men vit hava ikki støðufesti til at seta okkum niður at hugsa. Vit eru ov dovin. Vit hava ikki bindini at hugsa sjálvi, tí tað at hugsa, tað kann vera strævið."

Sum dømi, so vísir Jógvan D. Hansen á, at ofta, tá fólk koma heim um kvøldarnar, so velja tey heldur at seta seg við Netflix, enn at seta seg niður at hugsa og gruna um tilveruna. 

"Og tað er heldur ikki uttan vanda at hugsa," leggur Jógvan D. Hansen, námslektari, afturat. "Tað kann koma okkum í óføri at hugsa, um vit seta okkum upp ímóti vanligu vanahugsanini. Kendasta dømið er Sokrates, ið bjóðaði vanahugsanini av, og tað kostaði honum lívið."

 

Filosofikum

Akademia tekur annars útgangsstøði í útbúgvingini "filosofikum". So langt síðani sum 1675 undirvísti mann í filosofikum á universitetum. 

Hetta bleiv gjørt fyri at brynja tann lesandi til lesturin og eisini geva menniskjanum eitt sokallað "alment dannilsi".  

Tað eru spurningar sum at hugsa, hvør eri eg, Guð, náttúran, moralfilosofiskar spurnignnar o.s.fr.

Filosofikum, sum fak, hvarv í 1971, tó ikki í Norra. Í dag dagar tað undan aftur og komið er eftir, at tað er skilagott at undirvísa í hesum.

"Á Fróðskaparsetrinum undirvísa tey í filsofikum, og bókin, sum vit brúka sum grundarlag undir hesum sendingum, er tann sama, ið tey lesandi brúka, og hon eitur: 'at vera, at vita, at gera'," greiðir Armgarð Arge frá. 

 

Hvat: Akademia
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Sunnudagar kl. 14.15, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1763398

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525

Meira um sama evni