Mattias fær kjansin í málinum

Mattias fær kjansin í málinum
Mattias Lamhauge byrjar inni í staðin fyri Bárð á Reynatrøð í føroyska málinum ímóti Kroatia. Jákup B. Andreasen og Brandur H. Olsen vera á sentrala miðvøllinum
Mattias Lamhauge fær kjansin framum Bárð á Reynatrøð ímóti Kroatia í kvøld
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
05.09.2025 - 18:26

Mattias H. Lamhauge byrjar inni í føroyska málinum ímóti Kroatia ístaðin fyri Bárð á Reynatrøð, sum má finna seg í plássi á beinkinum.

Gezá Dávid Turi, sum framvegis bíðar eftir sínum fyrstu landsliðsminuttum, má bíða eitt sindur afturat, tí Brandur H. Olsen og Jákup B. Andreasen byrja inni á sentrala miðvøllinum.

Sannlíkt er kortini, at Grimsby-miðvallarin verður skiftur inn hesa ferð.

Fremsti maður verður Meinhard E. Olsen.

 

Føroyska liðið: Mattias Lamhauge; Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L); Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen; Meinhard Egilsson Olsen. 

Á beinkinum eru Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Chukwudi, Martin Agnarsson, Jann Benjaminsen, Noah Mneney, Geza David Turi, Adrian Justinussen, Poul Kallsberg, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð og Jóan Símun Edmundsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112