Upplivdu næststørsta álopið á Kyiv higartil í krígnum

Upplivdu næststørsta álopið á Kyiv higartil í krígnum
Russiska álopið á Kyiv hósnáttina reiv millum annað ein bygning í tvey í einum íbúðarblokki, og skamt harfrá stóðu føroyingarnir Bjørn Kallsoy og Bjarti G. Olsen
 
30.08.2025 - 17:36

Russisk álop hava í nátt rakt mið- og landsynningspartin av Ukraina - serliga við býirnar Pavlohrad og Dnipro.

Ukrainskar myndugleikar upplýsa, at í minsta lagið eitt fólk lá eftirá, og 16 fólk eru særd - teirra millum tvey børn.

Russland hevur ikki viðmerkt álopini.

Hesa vikuna hava eisini verið ein røð av álopum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, serliga hósnáttina og fríggjanáttina. 

Sambært AFP-tíðindastovuni doyðu 23 fólk hósnáttina í næststørsta álopinum á ukrainska høvuðsstaðin higartil í krígnum.

Álopið reiv millum annað ein bygning í tvey í einum íbúðarblokki, og skamt harfrá stóðu føroyingarnir Bjørn Kallsoy og Bjarti G. Olsen, sum ikki fingu sovið av larminum, tá bæði dronur og rakettir vórðu skotnar móti Kyiv. 

Bjørn Kallsoy greiðir soleiðis frá:

Bjorn_1_og_drona

 

Bjørn Kallsoy sigur, at Russland vil ikki hava frið. Tað tykist heilt greitt, eisini sæð í ljósinum av álopunum seinastu dagarnar, sigur hann. 

Bjorn_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066