Oddvá heim við heiðursmerkjum og metum

Oddvá heim við heiðursmerkjum og metum
Oddvá Sedea D. Nattestad hevur tvey silvurheiðursmerki og tvey evropeisk met við sær heimaftur eftir væleydnaða HM-svimjikapping hjá Virtus
Oddvá Sedea D. Nattestad (t.v.) saman við tveimum kappingarneytum úr Avstralia
Mynd: Parasport Føroyar  
 
30.08.2025 - 10:54

Oddvá Sedea D. Nattestad svam seg til tvey silvurheiðursmerki og tvey evropeisk met til HM-svimjikapping í Bangkok, har hon hevur umboðað Parasport Føroyar.

Svimjarin úr Havnar Svimjifelag kappaðist í bólkinum II3, sum er fyri vælfungerandi fólk við autismu.

Oddvá Sedea D. Nattestad (2006), fekk yvirhøvur sera góð úrslit. Hon setti persónligt met í øllum teimum fimm kappingunum, sum hon kappaðist í, skrivar Parasport Føroyar.

Hon fekk silvur í 50 og 100 metur bringusvimjing. Tíðirnar upp á ávíkavist 37.61 sekund og 1.24.52 minuttir eru evropeisk met. 

Ein av størstu stjørnunum í kappingini, Kate Wallington úr Avstralia, setti heimsmet í øllum sínum kappingum og gjørdist besti kvinnuligi svimjari í allari kappingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189