Russland er ikki er áhugað í at fáa frið

Russland er ikki er áhugað í at fáa frið
Russisk álop á ukrainska høvuðsstaðin eru ikki nakað nýtt, men hetta er kortini óvanligt, sigur Tór Marni Weihe, PhD-lesandi á Setrinum og kønur í russiskum viðurskiftum
 
29.08.2025 - 17:34


- Hetta er kanska ein veking til tey, sum ikki hava fangað, at Russland ikki er áhugað í at fáa frið. 

Tað sigur Tór Marni Weihe, PHD-lesandi á Setrinum og kønur í russiskum viðurskiftum, eftir nýggjasta russiska álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, sum hevur kravt í minsta lagi 23 mannalív.

- Tað, sum er eitt sindur skelkandi, er, hvussu umfatandi tað var. Og kanska eisini tað, at hesuferð, hevur mann tilvitað roynt at rakt evropæiskar skrivstovubygningar í Kyiv. Og kanska er hetta eisini eitt wakeupcall til teir allar síðstu persónarnar, sum ikki hava fangað tað, at Russland er ikki áhugað í at fáa ein frið, sigur Tór Marni Weihe.

- Eingin fundur millum Putin og Zelenskyj

Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj hittast ikki í bræði, hóast tað sambært amerikanski forsetanum, lá í kortunum eftir topfundin í Washington DC, sigur Tór Marni Weihe.

- Tað verður eingin fundur millum Putin og Zelenskyj, tað havi eg sagt rættiliga leingi. Eg havi ongantíð ordiliga trúð uppá tað, men aftaná hesa atsóknina, so kann mann droppa alt um tað. 

Hann heldur, at talan er um eitt øgiliga ógvusligt álop, sum ikki kann standa ósvarað. 

ES í nýggjari støðu

- Reaktionin úr ES hevur eisini verið hvøss, sum hon má vera, tá mann leypur á (rættiliga sannlíkt tilvitað) ES og eisini skrivstovur hjá Stóra Bretlandi í Kyiv. Hvørjar ES reaktiónir hevur tú serliga givið tær far um? Bæði Ursulua von der Leyen og eisini Roberta Metsola. Báðar hava øgiliga kraftiga fordømt hesar atsóknirnar. 

ES er nú í einari nýggjari støðu, metir Tór Marni Weihe. 

- Tað er sjálvandi tað broytt, at starvsfólk hjá evropeiskum londum hava verið mál fyri hesi álopini, so kanska ein eitt sindur meira handlekraftig reaktión kemur úr ES, sigur hann millum annað í samrøðuni, sum kann hoyrast her: 

 

Tor_marni


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066