Týðandi KÍ-sigur í oddastríðnum

Týðandi KÍ-sigur í oddastríðnum
Tóra Mohr og Silja Ernstsdóttir skutu málini, tá KÍ vann á NSÍ og tryggjaði sær trý týðandi stig í oddastríðnum í bestu deildini við kvinnum
 
17.08.2025 - 16:59

Við tveimum málum fyri steðgin tryggjaði KÍ sær øll stigini í oddadystinun ímóti NSÍ í bestu fótbóltsdeildini við kvinnum.

Tóra Mohr og Silja Ernstsdóttir skutu málini hjá gestunum, sum nú hava lagt seg trý stig framum NSÍ í stríðnum um meistaraheitið.

Talan var um triðja umfar í ovara endaspælinum, har KÍ og NSÍ frammanundan høvdu vunnið sínar dystir ímóti HB og Víkingi.

Júst tey bæði liðini spældu eisini í Sarpugerði í dag. Tann dystin vann HB 3-2.

KÍ er fremst við 45 stigum, NSÍ er á 2. plássi við 42 stigum, HB er nummar trý við 34 stigum, og Víkingur er nummar fýra við 28 stigum. 

Seks dystir eru eftir at spæla.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189