Evropa stuðlar Zelenskyj

Evropa stuðlar Zelenskyj
Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar fara til USA í morgin fyri at stuðla Zelenskyj, tá ið hann skal hitta Donald Trump í Hvítu Húsinum
Volodymyr Zelensky skal á fund við Donald Trump í morgin. Fleiri stjórnarleiðarar í Evropa vera við á fundinum.
 
17.08.2025 - 13:13

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna,  Mark Rutte, aðalskrivari í Nato, Friderich Merz, týski kanslarin, Emanuel Macron, franski forsetin, Giorgia Meloni, italski forsætisráðharrin, Keir Starmer, bretski forsætismálaráðharrin, og Alexander Stubb, finski forsetin, hava nú boðað frá, at tey fara at stuðla og vera við á fundinum millum Volodymyr Zelenskyj, ukrainska forsetan, og Donald Trump, amerikanska forsetan, í Hvíta Húsinum í morgin.

Ursula von der Leyen skrivar á X, at tað er Zelenskyj, ið hevur biðið hana vera við á fundinum í morgin. 

 

Friðaravtala ella vápnahvíld

Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar hittust talgilt til fundar í dag at umrøða støðuna í Ukraina. 

Tikið var stig til fundin eftir, at Donald Drump, amerikanski forsetin, og Vladimir Putin, russiski forsetin, hittust fríggjakvøldið í Alaska, har millum annað var tosað um kríggið í Ukraina.

Trump segði eftir fundin við Putin, at hann ynskti at gera eina friðaravtalu heldur enn bara eina avtalu um vápnahvíld.

Hetta er júst tað øvugta av tí, sum ES áður hevur kravt.

Á fundinum í Hvíta Húsinum í morgin skal millum annað trygd, landaøki, framhaldandi stuðul til Ukraina eins og revsiatgerðir móti Russlandi viðgerast. 

 

Finnast hvassliga at Russlandi

Átta evropeisk lond, Danmark, Svøríki, Norra, Estland, Letland, Litaua, Finnland og Ísland, hava nú sent eitt hvassorðað skriv til Putin, har tey skriva, at Putin er ikki at líta á, og at tað er uppgávan hjá Russlandi at gevast at bróta altjóða lóg, skriva londini. 

Tey skriva eisini, at samráðingar um trygdina hjá Evropa og frið í Ukraina skulu vera við Ukraina og Evropa.

Tey átta londini krevja eisini, at Russland her og nú letur aftur tey børnini, sum eru burturflutt til tey hersettu økini, eins og krígsfangar og aðrir fangar.

Yale Human Research Lab sigur at talan er um 19.000 børn, sum eru burturflutt til Russlands.

Fyrrverandi ukrainski uttanríkisráðharrin, Mykola Kuleba, sigur við Washington Post, at talan er um næstan 100.000 børn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066