Nú skal bera til at seta Murman Seafood á svartalista í Føroyum

Nú skal bera til at seta Murman Seafood á svartalista í Føroyum
Landsstýrið hevur biðið løgtingið um víðkaðar heimildir at seta tiltøk í verk móti Russlandi og Hvítarusslandi
Melkart 2 hevur loyvi at fiska í føroyskum sjógvi. Her sæst hann við bryggju í Ánunum.
 
14.08.2025 - 16:01

Nú skal bera til at seta Murman Seafood á svartalista í Føroyum 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, hevur lagt fyri tingið um broyting í lógini um avmarkandi tiltøk, í sambandi við atgerðir móti Ukraina.

Les uppskotið her.

Málið hevur samband við russiska felagið Murman Seafood, sum er undir illgruna at vera við í njósnaravirksemi.

 

 

Sirið Stenberg. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Felagið eigur m.a. skipini Merkart 2 og Ostankino, sum hava rætt at fiska í føroyskum sjógvi.

Reiðaríini Murman Seafood og Norebo JSC eru á svartalista hjá ES, Noregi og Íslandi.

Endamálið við uppskotinum hjá Sirið Stenberg er at fáa víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a. móti Russland ella Hvítarusslandi. Hetta eru revsitiltøk, sum eru samtykt av millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku. 

25. juli segði Sirið Stenberg soleiðis við útvarpið um málið:

 

14082025_Sirid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873