Fegnast um, at pensjónin verður mótroknað so hvørt

Fegnast um, at pensjónin verður mótroknað so hvørt
Nógvir limir í landsfelagnum siga seg vera ørkymlaðar av, at teir knappliga fáa eina rokning, tí teir hava forvunnið ov nógv árið fyri
Beate L. Samuelsen er forkvinna í Landsfelagi Pensjónista.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2025 - 14:22

- Vit fegnast um, at fólkapensjónin í framtíðini skal mótroknast so hvørt, tá ið ein pensjónistur arbeiðir frammíhjá.

Tað sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista.

Beate L. Samuelsen sigur, at málið um mótrokningina í pensjónini hevur verið eitt av teimum stóru málunum, sum Landsfelag Pensjónista hevur arbeitt við.

- Nógvir limir hava vent sær til landsfelagið, tí tað hevur ørkymlað teir, at teir knappliga fáa eina rokning, tá eitt hálvt ár ella so er liðið, tí teir hava forvunnið ov nógv árið fyri, sigur Beate L. Samuelsen. Hon leggur aftrat, at summir pensjónistar hava trupult at skilja ta stundum torgreiðu lógina. 

Eftir verandi skipan kann ein pensjónistur forvinna slakar 62.000 krónur uttan at nakað hendir, men fer forvunna inntøkan upp um hesa upphædd, so skal mótroknast. Tað merkir, at tá árið er lokið verður gjørt upp, og pensjónisturin fær  eina rokning at gjalda.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

14082025_Pensjonir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659