Lótu 60.000 kr., hóast einki var játtað á fíggjarlógini

Lótu 60.000 kr., hóast einki var játtað á fíggjarlógini
Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá landsstýrinum, at tað av misgáum lógu seks umsóknir eftir, tá 2023 endaði
Í verðurlagspolitikkinum, sum løgtingið samtykti í 2022, verður miðað eftir seta bann fyri oljufýrum í nýggjum húsum og stuðla teimum, sum taka niður oljufýr.
 
11.08.2025 - 09:16

Hóast eingir pengar vóru í fíggjarlógini fyri 2024 at lata teimum, sum beindu fyri oljufýringini, vóru brúktar 60.000 kr. tað árið.

Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá landsstýrinum, at tað av misgáum lógu seks umsóknir eftir, tá 2023 endaði. 

Umsóknirnar vóru komnar rættstundis og luku treytirnar fyri at fáa stuðul til burturbeining.

Tí vóru 60.000 kr. latnar í fjør. 

Í verðurlagspolitikkinum, sum løgtingið samtykti í 2022, verður miðað eftir seta bann fyri oljufýrum í nýggjum húsum og stuðla teimum, sum taka niður oljufýr.

Hálvonnur millión var játtað í 2023. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659