Zelenskyj stuðlar yvirlýsing

Zelenskyj stuðlar yvirlýsing
Leiðin til frið í Ukraina ikki kann avgerast uttan sjálvt Ukraina, stendur at lesa í yvirlýsingini
 
10.08.2025 - 15:08

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, stuðlar fult og heilt eini yvirlýsing, sum ein røð av evropeiskum leiðarum komu við í gjárkvøldið.

Har stendur, at leiðin til frið í Ukraina ikki kann avgerast uttan sjálvt Ukraina, og at einasta leiðin fram er diplomati og framhaldandi at leggja trýst á Russland.

Zelenskyj tekur undir við hesi útsøgn, skrivar hann í einum uppslagi á X.

- Endin á stríðnum skal vera rættvísur, og eg eri øllum takksamur, sum standa saman við Ukraina og okkara fólki fyri frið skyld, og sum verja trygdaráhugamálini hjá okkara evropeisku tjóðum, skrivar forsetin millum annað.

Yvirlýsing er undirskrivað av ríkisleiðarunum í Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Finnlandi og Póllandi, umframt ES-kommisserin, Ursula van der Leyen.

Donald Trump og Vladimir Putin skulu hittast í Alaska fríggjadagin at umrøða frið í krígnum millum Russland og Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112