- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF25: Veðrið var doing! doing!, men Nik & Jay vóru boing! boing!

Lat meg vera púra ærliga: Áarførið og vindurin, ið raktu Summarfestivalin seinnapartin í gjár, og hildu á út á kvøldið, gjørdu ikki hugin at ganga til konsertir serliga stóran.
Tá tú hevur fingið tveir karmar innanfyri ein hálvan tíma, so skal okkurt serligt til, fyri at lokka teg upp úr stólinum og út aftur í regnið.
Myndir: Bárður Lydersen
Treyðugt so, so høvdu fólk sleipað seg út at hoyra eitt av mest forkunnigu nøvnunum á ársins Summarfestivali framføra á Torkinum klokkan 21.
Gunnva er føroysk, men er uppvaksin í Frederikshavn í Danmark. Og inn til í gjár, tá hon spældi á Torginum, so var hon eitt fullkomiliga ókent navn millum føroyingar.
Regnið kláraði ikki at steðga Gunnva, og tað verður spennandi at fylgja henni frameftir. Tað er neyvan seinastu ferð, vit hava sæð og hoyrt hana framføra í Føroyum.
Deiligir danskir dølgar
Tá veðrið var so avbjóðandi, sum tað var seinnapartin og út á kvøldið í gjár, er umráðandi við sterkum útlendskum nøvnum á skránni.
Tey motiverað teg at trossa hvassan vind og áarføri.
Hóast veðrið var doing! doing! tað mesta av hóskvøldinum, so vóru Nik & Jay deiliga boing! boing! og hálaðu nógv fók út á regntunga Vágsbøin klokkan 22.
Og so gjørdi tað ikki lagið verri, at tað sleit í og bleiv fínt føroyskt festival veður, í teirri løtu, donsku dølgarnir trinum á pallin.
Glaðir fyri at vera aftur í Føroyum
Nógv riggaði væl hjá Nik & Jay.
Eitt var, at veðrið spældi við hesa løtuna.
Eitt annað var, at tað ljóðaði væl, og bólkurin hjá Nik & Jay var góður.
Og eitt triðja var, at Nik & Jay eyðsæð vóru ordiliga glaðir fyri at vera aftur í Føroyum. Teir tímdu ordiliga væl at spæla fyri føroyingum á Summarfestivalinum, og Vágsbøur svaraði aftur við at syngja og dansa við.
Ein heildaruppliving
Donsku dølgarnir hava eisini dugað at tillagað sína framførslu soleiðis, at hon ikki bara er ein framførslan av hittsangum frá nullunum, men ein heildaruppliving, har sangirnir, nýggir sum eldri, søgdu eina søgu.
Har vóru villar løtur, tá tú fekst kensluna av at vera aftur í einum rave-balli í nítiárunum.
Har vóru friðarligar løtur, har tú kundi standa og dvølja við orðini "En dag tilbage. Lev mens du gør det, elsk mens du tør det."
Og so vóru løtur, har tú bara stóð og vaggaði.
Vøgugongd á einari knívsegg
Í dag er tað so populert at tosa um, at hetta og hatta er ein ferð ella ein verkætlan, ið kann gera teg klikkaðan í høvdinum at hoyra uppá. Men í roynd og veru var Nik & Jay konsertin ein deilig ferð.
Ein ferð aftur til nullini og tað huglagið, ið var, tá Nik & Jay ráddu fyri borgum á donsku útvarpsrásunum.
Ein ferð gjøgnum eyguni á tveimum miðaldrandi monnum, ið enn liva av tannáringahittum og einum "21 år, drengesind".
Og ein ferð á einari knívsegg, fyri at finna útav um Nik & Jay dugdu at javnviga har, teir eru í lívinum í dag, við ta sannroynd, at hittsangirnir hjá teimum eru frá einari heilt aðrari tíð.
"Vind i håret, rockstar-briller på 23 år - vi ses mit Dannebrog"
Hendan vøgugongd eydnaðist væl hjá Nik & Jay, tí tað kendist í roynd og veru hugfarsligt og ikki fordummandi ella píniligt at standa á Vágsbøi og syngja "du for lækker, lækker" og ikki minst:
"La' mig se dig gå frem og tilbage
Fra side til side
La' mig se dig gå op og ned
Kom nu, bli' ved
La' mig se lidt sved på din krop
Baby, la' være at stop'
Temperaturen stiger
For vi' hot, hot, hot, hot, hot"
Dølgakvøld
Yvirhøvur vóru tað dølgarnir, ið áttu hóskvøldið.
Benjamin Petersen, ið er betur kendur sum Son of fortune, spældi í Tjaldinum klokkan 21.
Aftaná at Nik & Jay høvdu spælt á Vágsbøi, fór Sakaris á pallin í Tjaldinum., áðrenn Páll Fann Páll løgdu Vágsbø fyri sínar føtur.
Er tað nakað, ið føroyingar tíma ordilga væl, so er tað at syngja um, so er tað at fáa ost upp á breyð, tey á Herberginum, og at øllum føroyingum dáma menn, og gjarna tveir í senn. Og at teimum dámar at stinga hann í. Í rumpuna, í rumpuna, í rumpuna, í rumpuna....
SÍ EISINI: "SF25: 10 ting tú mást uppliva á Summarfestivalinum"
UB 40 skal royna at spreingja Dynamit
Í kvøld verður tað so ein klovningsbólkur av UB40, ið skal royna at spreingja Vágsbø og Dynamit í luftina.
Á odda fyri hesum útbrótarabólki á UB40 stendur gaman í orginali sangarin og gittarleikarin Ali Campell.
Upprunaligi UB40 er eisini er á konsertferð í løtuni og spælir konsert í Falls Park í Belfast í Norðurírlandi í annaðkvøld, sum UB40 featuring Ali Campell spælir á Vágsbøi í kvøld.
Til stuttleikar kann nevnast, at nýggi sangarin í upprunaútgávuni av UB40, ið loysti Ali Campell av, eitur Robin Campbell og er beiggi Ali Campell.
Kvøldið skilmarkar eisini eitt comeback hjá Hans Edward Andreasen úr The Dreams, sum nú spælir undir navninum Swardi. Og so eiga fólk at fara at vísa kulu, ungu kvinnunum í Kalas eitt sindur av kærleika á Torginum klokkan 19.

Skráin í kvøld, fríggjakvøldið
19:00 Kalas, Torgið
19:45 Systrarnar á Lakjuni, Tjaldið
20:30 Ester Skála, Torgið
21:00 Linda Andrews, Vágsbøur
22:00 UB40 ft. Ali Campbell, Vágsbøur
23:45 Jazzygold, Tjaldið
00:30 Herborg Torkilsdóttir, Torgið
01:00 Dynamit, Vágsbøur
02:15 Grandma's Basement, Tjaldið
03:00 Swardi, Vágsbøur
SÍ EISINI: Summarfestival-blaðið



































