- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óbrúktar íløgur fyri 320 milliónir verða fluttar til í ár
Óbrúktar íløgur fyri 320 milliónir verða fluttar til í ár
Talan er um 30 kontur á fíggjarlógini, m.a. til nýggjar landsvegir og útbygging av Landssjúkrahúsinum

Landsgrannskoðanin hevur gjørt frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2024.
08.08.2025 - 08:08
Stívar 320 milliónir krónur, sum vóru ætlaðar til íløgur í fjør, eru fluttar til seinni ár.
Tað vísir frágreiðingin hjá landsgrannskoðaranum um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2024.
Talan er um 30 kontur í fíggjarlógini.
Á trimum teirra var avlopið yvir 50 milliónir krónur.
Talan er um millum annað nýggjar landsvegir. Har er flutta avlopið 54,5 milliónir.
Útbygging á Landssjúkrahúsinum hevur góðar 53 milliónir í avlopi, og bústovnar hava 52,2 milliónir í avlopi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























