Stuttur túrur

Stuttur túrur
Russiski trolarin Melkart 2 er nú á veg til Murmansk, hagar hann kemur í morgin ári
Melkart 2 í Ánunum fyri tveimum vikum síðani.
 
28.07.2025 - 11:08

Russiski trolarin Melkart 2 er nú á veg til Murmansk, hagar hann kemur í morgin ári.

Hann kom til Ánirnar seinnapartin 15. juli at bunkra og proviantera.

Tveir dagar seinni fór hann til fiskiskap eystan fyri Føroyar.

Reiðaríið hjá Melkart 2 er á svartalista hjá ES og Noregi.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, ætlar í tingið eftir ólavsøku eftir heimild at gera tað sama í Føroyum.

Tað kann landsstýrið ikki sum er, tí tað kann bara revsa Russland fyri gerðir tess móti Ukraina.

Ikki fyri tað, sum russar vera sagdir at gera í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112