Trý ættarlið hava gingið 125 kilometrar runt Bornholm

Trý ættarlið hava gingið 125 kilometrar runt Bornholm
Hetta er ein vakur túrur og ein stór uppliving, sigur 70 ára gamla Hansy Brodersen, ið viðmælur øllum at gera hesa ferðina
Tey trý ættarliðini avmyndað áðrenn ferðina
 
11.07.2025 - 10:22

Bornholm runt er ein gongutúrur, ið telur 125 kilometrar. Og trý ættarlið úr Føroyum hava júst gingið teinin, og tey eru Hansy Brodersen, ið er 70 ár, og døtur hennara - Lilian Kjærbo, 51 ár, og Jenny Kjærbo, 48 ár, Brian Kjærbo, 50 ár og giftur við Jenny, og Tobias Kjærbo, ið er 12 ár og sonur Jenny og Brian.

Hetta var ein vakur túrur og ein stór uppliving, sigur Hansy Brodersen. Ferðin tók tríggjar dagar og fyrsta dagin varð gingið frá Rønne til Allinge, annan dagin frá Allinge til Nexø, og triðja dagin frá Nexø til Rønne. Hon sigur eisini, at hetta eisini er ein sera góð familjuferð.

270 fólk luttóku, har av ein hevði verið við heilt síðani byrjað var at ganga Bornholm runt fyri 47 árum síðani.

Samrøðan við Hansy Brodersen kann hoyrast her!
 

1753241

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112