Trump lovar Ukraina fleiri vápn

Trump lovar Ukraina fleiri vápn
Tað er neyðugt at geva Ukraina fleiri vápn, so tey kunnu verja seg ímóti álopunum. Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í nátt
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2025 - 07:30

USA er til reiðar at senda fleiri vápn til Ukraina. Hesum boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá í nátt okkara tíð, tá hann var til døgurða við ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

Tað er annars ikki meira enn ein vika síðani, at USA boðaði frá, at tey fóru at avmarka talið av vápnum, sum tey lata ukraina, tí USA sjálvt hevði brúk fyri vápnunum.

Men Donald Trump heldur nú, at neyðugt er við fleiri vápnum til Ukraina.

- Vit fara at senda fleiri vápn. Tað eru vit noydd til. Tey skulu kunna verja seg. Tey verða rakt ógvuliga hart í løtuni, segði Donald Trump í nátt.

 

280708_TRUMP_VAPN_TEKSTUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815