Stór sekt fyri at bróta fráboðanarfreist

Stór sekt fyri at bróta fráboðanarfreist
Lærarafelagið fekk 250.000 kr. í sekt fyri ikki at halda fráboðanarfreistina, tá boðað var frá samhugaverkfalli við sjúkrarøktarfrøðingunum í november 2023
Lærarafelagið fekk stóra sekt frá Fíggjarmálaráðnum.
 
08.07.2025 - 08:06

Lærarafelagið fekk 250.000 kr. í sekt fyri ikki at halda fráboðanarfreistini, tá boðað var frá samhugaverkfalli við sjúkrarøktarfrøðingunum í november 2023.

Lærarafelagið hevur goldið Fíggjarmálaráðnum sektina.

Felagið hevur einaferð áður verið í samhugaverkfalli, har fráboðanarfreistin heldur ikki var hildin. 

Ta ferðina var sektin 25.000 krónur.

Men Fíggjarmálaráðið rættar ikki sínar feilir, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Lærarafelagsins.

Hann sigur á heimasíðu Lærarafelagsins, at eftir at lærararnir høvdu verið í samhugaverkfalli, gav Fíggjarmálaráðið boð um at draga frá í lønini hjá lærarum eftir nýggjum leisti, sum heimild ikki var at brúka. 

Felagið mótmælti hesum, og Fíggjarmálaráðið viðgekk, at lærararnir vóru trektir í løn á skeivum grundarlagi.

Men enn hevur Fíggjarmálaráðið ikki goldið lærarum lønina aftur, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112