Nýføðingar vera snarkannaðir fyri fleiri sjúkur

Nýføðingar vera snarkannaðir fyri fleiri sjúkur
PKU-screeningin fer 1. oktober at umfata fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast 
PKU kanningin fer at umfata fleiri sjúkur 1. oktober.
 
08.07.2025 - 06:47

Pinkubarnascreeningin, ella snarkanningin, verður víðkað 1. oktober.

PKU-screeningin fer at umfata fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast. 

Fýra sjúkur koma aftrat teimum 25, sum longu eru.

Hetta eru ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni.

Tað hevur stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini, at hon verður sett í verk skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin koma, stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum.

Sjúkrahúsverkið er farið undir at fyrireika tilboðið.

Tað kostar 600.000 kr. um árið, og pengarnir eru í játtanin hjá Heilsuverkinum. 

Á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum, heilsustyrið.fo, ber til at lesa um PKU-kanningina.

Har er eisini yvirlit yvir sjúkurnar, sum kanningin fevnir um.

Berarar

Eisini verður fyrireikað tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur.

Her er talan er um at geva pørum millum 18 og 45 ár tilboð um at kanna, um tey eru berarar.

Heilsumálaráðið fyrireikar lógarbroyting, sum eftir ætlan skal leggjast fyri løgtingið í heyst. 

Samstundis roynir landsstýriskvinnan í heilsumálum at fáa pengar til berarakanningarnar í fíggjarlógina fyri 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189